Mentan

Vágaverk og The Double And í Töting

Leygarkvøldið verður konsert við Vágaverk og The Double And í Töting.

2019-05-08 07:02 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Leygarkvøldið verður konsert við Vágaverk og The Double And í Töting.

Vágaverk er manna av tveimum av mest eyðsýndu oddamonnunum, ið Vágar hava forstrað, og sum eisini eru legendur á föroyska tónleikapallinum, nevnliga Sámal Ravnsfjall og Jóan Jakku Guttesen.

Sámal Ravnsfjall er upprunaligi föroyski trubadururin, eitt slag av einum föroyskum Bob Dylan. Hann hevur sungið, spælt gittar og munnharpu í ein mansaldur, livað sum götutónleikari í suður Evropa og spælt sum einstaklingur og í bólkum.

Jóan Jakku er best kendur sum hövuðsmaður í slóðbrótandi föroyska kultbólkinum Tinganest, men hevur eisini sum einstaklingur givið flöguna Jakkin út.

Saman raktu Jóan Jakku og Sámal við bólkinum Vágaverk, föroysku fólkasálina mitt á snútan, hetta er ikki bert serföroyskur tónleikur, hetta er Vágasoundið í sínum fullkomna líki.

Afturat sær í Töting hetta várkvöldið í mai, hava teir fingið styrk av ongum minni enn gittarsnillinginum Ólavi Öster.

The Double And er ein tónleikalig duett úr USA, mynda av multi-tónleikarinnuni Rachael Michaels og trummusláðarinum Emily Gould.

Hesar kvinnur eru ein avleggari av indie/shoegaze bólkinum Spirettes, har tær mynda rútmu-partin.
Tónleikastílurin er nokkso skitin, tó melodiösur og orkufullur, spældur við el-gittara, trummum og röddum.
Bólkurin er í lötuni á tónleikaferð í Evropa, og leggja eisini at í Föroyum.

Tónleikasamtakið Grót

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder