Innanlands

Vágs kommuna bjóðar Løðhamar út til íbúðarbygging

Samtykt er at bjóða vestara part av Løðhamri út til íbúðarbygging. Talan er um eitt øki á 3.800 fermetrar og um eina tí størstu byggiætlanina í Vágs Kommunu í nógv ár

Ynskið er, at verkætlanin við íbúðarbyggingini verður samansett av íbúðum í ymiskum støddum - hetta er fyri at tryggja, at byggingin verður so fjølbroytt og dragandi sum gjørligt, skrivar vagur.fo (Mynd: Vágs Kommuna)

Ynskið er, at verkætlanin við íbúðarbyggingini verður samansett av íbúðum í ymiskum støddum - hetta er fyri at tryggja, at byggingin verður so fjølbroytt og dragandi sum gjørligt, skrivar vagur.fo (Mynd: Vágs Kommuna)

2022-03-08 17:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tíðliga í 2021 setti Vágs Kommuna gongd á at fáa lýst økið á Løðhamri og hvat tað kundi brúkast til. Fyrst var gamla fiskaplássið grivið fram, og síðani setti Vágs Kommuna seg í samband við SNA arkitektar við ynski um, at teir gjørdu eitt heildaruppskot til alt økið á Løðhamri.

Heildaruppskotið hjá SNA arkitektum fevndi um mentanarøki við fiskaplássi og bátabrúgv, og íbúðarbygging. Uppskotið varð alment víst fram í september 2021, og síðani tá hevur tekniska deild hjá Vágs Kommunu arbeitt við at gera útbjóðingartilfar klárt til íbúðarbyggingina.

Nú kunnger kommunan á heimasíðu sínari, at Vágs Býráð hevur samtykt at bjóða vestara part av Løðhamri út til íbúðarbygging. Talan er um eitt øki á 3.800 fermetrar, og hetta er ein tann størsta byggiætlanin í Vágs Kommunu í nógv ár og kemur hetta at hava stóran týdning fyri økið á Løðhamri og fyri Vág.

Ynskið er, at verkætlanin við íbúðarbyggingini verður samansett av íbúðum í ymiskum støddum - hetta er fyri at tryggja, at byggingin verður so fjølbroytt og dragandi sum gjørligt, skrivar vagur.fo 

Á Løðhamri var eitt sera virkið vinnulív í gomlum døgum. Á Løðhamri var eitt stórt turkihús og har høvdu nógv fólk sína dagligu gongd. Seinast virksemi var á Løðhamri, var tá Johanna TG326 bleiv umvæld. Nú setir Vágs Kommuna gongd á, fyri at fáa lív í Løðhamar aftur.

- Hetta er ein sera spennandi verkætlan, sum kemur at hava nógv at siga fyri Vágs Kommunu. Hetta er ein máti, at geva fólki møguleika at ogna sær íbúð í Vági á einum søguliga áhugaverdum staði niðri við sjóvarmálan, sigur Bjarni Johansen, borgarstjóri.

Útbjóðingartilfarið verður almannakunngjørt seinni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder