2019-10-14 12:19
20. september vórðu bakteriur staðfestar í drekkivatninum frá Vágs kommunu, og vórðu brúkarar tí bidnir um at kóka vatnið.
Tíggju dagar seinni, 30. september, varð boðað frá at brúkarar á Nesi framvegis skuldu kóka vatnið, men at tað ikki longur var neyðugt hjá øðrum í kommununi.
Í dag boðar Vágs kommuna tó frá, at drekkivatnið á Nesi er reint aftur. Men hóast tað skulu brúkarar, sum fáa vatn frá gamla Brekkugerðar Vatnfelag, enn kóka vatnið.
Nýtt reinsianlegg verður sett upp til Brekkugerðar Vatnfelag um mánaðarskifti november/desember.
Les eisini: Nýtt reinsiverk til Brekkugerðar Vatnfelag
Brekkugerðar Vatnfelag fevnir um hetta økið:
Mynd: Vágs kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald