Innanlands

Vágs kommuna: El-nýtslan til gøtuljós minkað við 14 prosentum síðan 2013

Vágs kommuna hevur arbeitt miðvíst við at skifta út gomlu gøtuljósini til nýggj LED-gøtuljós, og tað sæst aftur á el-nýtsluni hjá kommununi

Mynd: Vágs kommuna

Mynd: Vágs kommuna

2020-01-21 15:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Vágs kommuna hevur seinastu árini arbeitt miðvíst við at skifta út gomlu gøtuljósini til nýggj LED-gøtuljós og í fjør var einki undantak. Tá vóru eini 60 gøtuljós skift frá vanligum ljósum til LED-ljós.

Skifti til LED-gøtuljós er ein týðandi liður í Grønu leiðini hjá Vágs kommunu, sum varð sett á skrá í 2013, skrivar kommunan.

Hóast tað ikki er komið á mál við at skifta øll gøtuljósini út, sæst hetta longu á el-nýtsluni til gøtuljós í kommununi. Skiftið frá gomlu gøtuljósunum til LED-gøtuljós hevur nevniliga ført við sær minni el-nýtslu.

Í fjør brúkti Vágs kommuna 146.605 KWT til gøtuljós í mun til 170.528 KWT í 2013. Hetta er ein minking á 14 prosent. Verður tikið inn í myndina, at tey seinastu árini eru gøtuljós sett upp á økjum, har eingin gøtuljós vóru fyrr (t.d. Inni í Líðini frá kirkjugarðinum og inneftir, og inni á Oyrunum í smb. við Páls Høll og Marghøllina), so er talan um eina minking frá 170.528 KWT niður í 126.448 KWT, ella ein minking á umleið 26 prosent, sigur kommunan.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder