
Nú Ljósfest er í Vági, minnast nógv aftur á teirra tilknýti til hesa tíðina, tá elektrisitet kom til Vágs. Millum tey eru Jórun og Osmund Justinussen, sum hava ein málining frá William Smith, sum júst lýsur hesa tíðina.
Henda málning hava tey nú latið Vágs Kommunu til ognar, tí tey halda at hann eigur at verða í Vági.
– Á málninginum, sum er frá 1935, sæst at William hevur málað útiljós á lyktapelum, inniljós í húsum og øll ljósini sum speglast í sjónum, heilt vist nakað sum hevur hugtikið William. Man sær frá Turkihúsinum, út á fiskastykkið, har stakkar av fiski liggja - á ein hugtakandi hátt. Tí halda vit at hetta er eitt upplagt høvið, nú tit hátíðarhalda 100 ára dagin, at Vágs Kommuna fær málningin, siga tey.
Málningurin hjá William Smith verður í dag at síggja á listaframsýning í Suðuroyar Sparikassa í Vági seinnapartin, skrivar Vágs kommuna.
Tey sum sýna fram á framsýningini eru Sigmund Andreasen, Ulla Bærentsen, Svend Erik Stenberg, Mikala Vilhelm og Jákup Hjaltalin. Harafturat sýnir fram Suðuroyar Sparikassi eisini ein part av sínum listaverkum eftir Zakaris Heinesen.
Listaframsýningin er opin í dag frá klokkan 12 til klokkan 18. Inngongd er omanfyri í erva frá Peturstorginum, millum Vágs Litbúð og Suðuroyar Sparikassa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald