Innanlands

Vágs kommuna: Hægri persónsskattainntøkur enn væntað

Kommunan hevur higartil fingið 20,5 milliónir inn í persónsskattainntøkum, og talan er um ein vøkstur á 7,4 prosent, í mun til sama tíðarskeið í fjør. Í Suðuroynni sum heild er talan um stóran vøkstur, og trendurin er hin sami kring landið - Samanlagt er skattainntøkan fimm prosent hægri, enn mett varð frammanundan

2022-06-09 20:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein uppgerð - ein talva - frá TAKS fyriliggur nú, ið vísir fyribils skatt og inntøkur fyri januar-mai hjá kommununum. 

Rákið er, at vøkstur er kring landið. Soleiðis er hjá størri og smærri kommununum, og nenvnast kann til dømis at hjá Eiðis kommuna er munurin 13,2 prosent. Samanlagt er skattainntøkan fyri alt landið fimm prosent hægri, enn mett varð frammanundan.

Til ber at síggja yvirlitið her

Talvan frá TAKS vísir eisini, at allar kommunurnar í Suðuroy høvdu framgongd fyrstu fimm mánaðirnar í ár, samanborið við 2021 – undantikið Fámjins kommuna.

Ein av teimum er Vágs Kommunu, ið hevur persónsskattainntøkurnar, sum er væl hægri enn áður mett.

Á heimasíðu sínari verður skrivað á hendan hátt:

- Við árs byrjan varð mett, at skattainntøkurnar hjá Vágs Kommunu skuldi verða áleið 44,4 mió. Men teir fyrstu fimm mánaðirnar í 2022 er persónsskattainntøkan 20,5 mió., sum er væl hægri enn metta skattainntøkan fyri hetta tíðarskeiðið.

Til samanberingar, so var persónsskattainntøkan fyrstu fimm mánaðirnar í 2021 19,1 milliónir krónur, og sostatt er skattainntøkan í ár góðar 1,4 millión hægri. Vøksturin frá 2021 til 2022 er á 7,37 prosent.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder