Innanlands

Vágs kommuna hevur gjørt avtalu um kavarudding

Avtalan inniheldur trý stig, umframt at arbeiðsmenn hjá kommununi taka sær av saltingini.

Saltað verður upp til tríggjar ferðir um dagin, tá tað er neyðugt. Allir vegir og brekkur verða saltaðar um morgunin og um kvøldið. Um neyðugt verður saltað á middegi (Mynd: vagur.fo)

Saltað verður upp til tríggjar ferðir um dagin, tá tað er neyðugt. Allir vegir og brekkur verða saltaðar um morgunin og um kvøldið. Um neyðugt verður saltað á middegi (Mynd: vagur.fo)

2024-02-06 15:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Á býráðsfundi í desembur samtykti býráðið avtaluna við lokala fyritøku, sum kemur at taka sær av kavaruddingini í Vági. Avtalan inniheldur trý stig, umframt at arbeiðsmenn hjá kommununi taka sær av saltingini.

Soleiðis skrivar Vágs kommuna á heimasíðu sínari í dag. Tað verður ikki gjørt greitt, júst hvør fyritøkan er, men greitt verður frá hvat avtalan inniber.

Tað er framvegis Vágs kommuna, ið saltar allar vegirnar, og saltað verður upp til tríggjar ferðir um dagin, tá tað er neyðugt.

- Allir vegir og brekkur verða saltaðar um morgunin og um kvøldi. Um neyðugt verður saltað á middegi. Vanligt er, at um hitin fer undur 2℃ verður saltað. Um neyðugt er, fyri at tryggja tungu ferðsluna, verður kaibrekkan og brekkan við Bryggjuna salta oftari enn aðrar brekkur.

Um morgunin skulu allir vegir og brekkur verða saltaðar áðrenn klokkan 7.

Kavaruddingin kemur at verða skipað í trimum stigum, boðar Vágs kommuna frá.

- Stig 1: Tá nógvur kava leggst er neyðugt at rudda ávís strekkir fyri kava. Higartil hevur Vágs Kommuna hildið seg til at rudda vegin niðan til Eldrasambýlið, vestur á Hamragarð og yvir í Eikilund, vegurin vestur á Eiðið, øll bryggjan, vegurin á Oyrinum og havnaøkið

- Stig 2: Tá heilt nógvur kavi fellur, verður neyðugt við øktari kava rudding. Stig 2 skal skiljast sum ein víðkan av stig 1, har fylgjandi brekkur og vegastrekkir verða løgd afturat. Brekkan í vestari Geilin og uttaru Geilini, brekkan niðan á Steinheyggj, Toftabrekkan, niðari partur av Hvanndalsbrekkur, brekkan frá Bøgøtu niðan á Skálavegin, vegastrekki frá Vágsvegi og niðan í Fjallið og Bøgøta (vegurin oman á Vatnið). Torført er at áseta eitt tíðspunkt nær hetta arbeiði skal verða liðugt á degnum.

- Stig 3: Hetta er ein víðkan av hinum báðum stigunum og verða allar brekkur og vegir rudda fyri kava. Tó verða brekkurnar ruddaðar áðrenn (vatnrættir) vegirnir. Torført er at áseta eitt tíðspunkt nær hetta arbeiði skal verða liðugt á degnum.

Vágs kommuna minnir í hesum sambandi um, at maskinurnar eru stórar, og trongt er ofta at grava kavan. Harvið verður heitt á bileigarar um at gera pláss á vegum, so maskinurnar fáa frið og pláss at arbeiða. 

- Heitt verður á borgarar um at hugsa sjeg um, hvar bilarnir verða settir, tá kavi legst. Og gott hevði verði, um borgarin grevur fyri egnum bili, so hann fæst av vegnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder