2019-08-19 20:21
Seinastu vikurnar hevur verið arbeitt við dagføringum av heimasíðuni hjá Vágs kommunu. Hósdagin kom hon heilt upp at koyra
Á vagur.fo er fyrst og fremst talan um eina dagføring av sniðnum á heimasíðuni. Harumframt eru eisini nakrir nýggir tættir komnir á síðuna, millum annað er ein skipan við fráboðanarmøguleikum hjá borgarum.
Hagtølini vísa, at heimasíðan vagur.fo, verður nógv vitjað. Í juni vóru í miðal 500 klikk inni á heimasíðuni um dagin og hetta setur krøv til innihaldið og góðskuna av heimasíðuni, sigur borgarstjórin. Dennis Holm sigur eisini, at heimasíðan er ein týðandi pallur fyri kunning um viðurskifti og virksemi í Vágs kommunu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald