Innanlands

Vágs skúli: Evnisvika við støði í ABC-fyri sálarheilsu

Vitjani á ellisheimum, virkishúsum og eldrasambýlum vóru á skrá og heilt víst eitt av hæddarpunktunum á vikuni. Næmingar skipaðu millum annað fyri morgunmati fyri lærarum og hugnakvøldi

2022-10-12 21:55 Author image
Innsent
placeholder

Í seinastu viku høvdu næmingar í Vágs skúla evnisviku, sum í stóran mun tók støði í ABC-fyri sálarheilsu átakinum hjá Fólkaheilsuráðnum. 

Við tiltøkum inn á skúlanum og runt í bygdini arbeiddu næmingarnir við hugtøkunum: ver virkin, ver saman, ver hugbundin

Hesar yvirskriftir hava eyðkent virksemini, sum bæði havi knýtt seg at rørslu, ítrivum, sangi, spæli, framførslum og eisini stórari heystveitslu og felagsmorgunmati.

Vitjanirnar á ellisheimum, virkishúsum og eldrasambýlum vóru á skrá og heilt víst eitt av hæddarpunktunum á vikuni, har børn saman við vaksnum og eldri spældu borðspøl, sungu, gjørdu ítriv, bakaðu og so framvegis og er uttan iva nakað, sum verður tikið upp aftur seinni í ár. 

[object Object]

[object Object]

Árligi rennidagurin, sum er tiltak fyri flest allar fólkaskúlar í norðurlondum var eisini avgreiddur, og var leiðin næmingarnir runnu úr Vágs skúla vestur móti Vatninum og runt Vatnið, áðrenn teir fóru út aftur í skúlan.

Umframt hetta so var eisini skipað soleiðis fyri, at eldri lærarar, ið hava verið knýttir at Vágs skúla vóru bodnir til morgunmat og morgunløtu har næmingar bæði sungu eldri sálmar og nýggjar sangir. Hetta tiltakið var onsdagin 5. oktobur, sum eisini er altjóða læraradagur.

Við endan av vikuni høvdu eldru næmingarnir skipað fyri flokkshugna um kvøldi og morgunin eftir vóru tað yngru næmingarnir, ið høvdu skipað fyri morgunmatarborði, har áherðslan var at vera saman. Eftir morgunmatarborðhaldið vóru næmingarnir bodnir inn í fimleikarhøllina, har ein flokkur framførdi ymiskar rørslur, ið tey sjálvi høvdu lagt til rættis og eydnaðist hetta sera væl.

Evnisvikan eydnaðist sera væl og eftirmetingin hevur víst, at fleiri næmingar veruliga hava fingið roynt okkurt nýtt, kunna hugsavna seg um okkurt øðrvísi og kenslan av at vera felags um tiltøkini hevur víst seg at eydnast sera væl. 

[object Object]
[object Object]
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder