Sum fyrsti fólkaskúli og næsti skúli í Føroyum eftir miðnámsskúlan á Kambsdali, fær Vágs skúli nú eitt sokallað Fab Lab.
Talan er um eina gávu úr Íslandi, skrivar heimasíðan hjá Vágs kommunu.
Fab Lab er ensk stytting, ið stendur fyri Fabrication Laboratory. Við øðrum orðum er talan um ein verkstað fyri skapandi fólk, har talgild og analog amboð eru til taks.
Fab Lab eru um allan heim, og eru tey vanliga útgjørd við áleið somu útgerð. Á Fab Lab í Vágs Skúla verða: 3-D prentarar, 3-D skannarar, 3-D pennar, laserskerari, CNC-fressari, vinylprintari/skerari, hitapressa, microbittar og electronik sett.
Íslendskur uppruni
Søgan aftan fyri Fab Lab útgerðina til Vágs skúla er sermerkt, tí talan er um gávur, sum skúlin hevur fingið frá íslendskum pari, Margrét G. Scheving og Ásbjørn Óttarsson.
Margrét er ættað úr Vági. Abbi hennara, Sivar Hjelm, var vágbingur. Sivar Hjelm var føddur í Vági í 1915, men flutti sum 12 ára gamal við mammuni og systkjum sínum til Íslands. Pápin, Jógvan Hjelm, gekk burtur á Vágseiði saman við bróðuri sínum, Jaspuri Hjelm, og tveimum synum. Sivar Hjelm flutti aftur til Vágs eitt skifti.
Margrét G Scheving minnist, hvussu abbi hennara plagdi at siga frá um Vág og Føroyar. Á vitjanum í Vági kendi hon, at hon var vágbingur.
- Tað er fyri at heiðra minnið um abba mín, at vit geva gávuna, segði Margrét, tá 3D-prentari og 3 D-skannari vórðu handað Vágs Skúla á sumri í 2017.
Seinni hava Margrét og Ásbjørn handað Vágs Skúla meiri útgerð, soleiðis at Vágs Skúli nú hevur alla útgerð til eitt Fab Lab.
Hjúnini, sum vitja javnan í Vági, siga, at tey vildu fegin geva bygdafólkinum gávu, ið kundi verða øllum at gagni.
Hølini nærum klár
Fab Lab letur upp í hølum á niðsatu hædd í sonevnda Gamla Skúla. Seinastu vikurnar hevur verið arbeitt við at gera hølini til Fab Lab klár, og nú er næstan komið á mál. Næmingar í Vágs Skúla eru longu farnir undir at nýta útgerðina, og arbeitt verður nú við at gera Fab Lab hølini meiri atkomuligt hjá almenninginum, eisini hjá fólki við rørslutarni.
Dagurin har Fab Lab í Vágs skúla alment verður tikið í nýtslu nærkast sostatt í hvørjum, skrivar heimasíðan hjá Vágs kommunu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald