Í kvøld sýnir Filmsfelagið ”Honeyland”, sum er heimildarfilmur úr Norðurmakedonia, ið er heimsins nýggjasta land.
Tað er í eini avfólkaðari bygd har í landinum, at vit møta Hatidze, sum gongur niðan í líðina at hyggja eftir býflugubølinum, hon hevur gjørt har uppi. Meðan hon stillisliga syngur, tekur hon hunangin, uttan at hava so mikið sum vernd fyri andlitið ella handskar á hondunum. Komin oman aftur á slætt, er hon fyrst og fremst um gomlu mammuna, sum liggur í song, og tá stundir eru, fer hon drúgvu ferðina inn í stórbýin, Skopje, at selja hunangin.
Men so flytir eitt nomaduhúski til friðfyltu bygdina og alt paradísið fer upp í larm og maskinur við sjey óstýriligum børnum og hálvt annað hundrað neytum.
Allíkavæl bjóðar Hatidze teimum vælkomnum í grannalagið og sigur teimum alt um kynsturin at gera hunang og halda býflugur.
Men sum frá líður tekur hin ovasti í nýggja grannahúskinum sær rættin til eina avgerð, sum í allar ævir fer at broyta lívið og tilveruna hjá Hatidze.
Honeyland fer fram í Norðurmakedonia, mitt í Evropa, og samstundis so fjart frá øllum, sum vit kenna á okkara leiðum.
Ein djúphugsin og hjartanemandi filmur, sum er so avbera vakur at síggja á stórum lørifti í biografinum.
Norðurmakedeoniski filmurin um Hatidze, ”Honeyland”, er tann filmur, ið tilsamans fær besta ummæli í heimspressuni hetta skeiðið í Filmsfelagnum við einum ratingtali á 86 stig á Metascore.
Sýninginarnar í Filmsfelagnum, sum eru hvønn mikudag, eru almennar og krevja ikki limaskap.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald