Innanlands

Vakrasti urtagarður í Klaksvík liggur við Skáltaveg

Hanna Dalsenni og Mikkjal Olsen hava megnað at fáa ótrúliga nógv burtur úr einum avbjóðandi lendi

Jóhanna Christiansen, forkvinna í mentanarnevndini hjá Klaksvíkar býráð handaði Honnu Dalsenni vinningin (Mynd: Klaksvíkar kommuna)

Jóhanna Christiansen, forkvinna í mentanarnevndini hjá Klaksvíkar býráð handaði Honnu Dalsenni vinningin (Mynd: Klaksvíkar kommuna)

2022-10-13 10:23 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nú summarið er liðugt, og urtagarðarnir hava staðið í fagrasta blóma, hevur ein dómsnevndin avgjørt, at vakrasti urtagarður í Klaksvík í 2022 liggur á Skáltavegi 30, har Hanna Dalsenni og Mikkjal Olsen búgva.

Hetta skrivar Klaksvíkar kommuna á netinum.

Í samband við átakið Virkið vár í mai varð ein urtagarðskapping útskrivað. Borgarar í Klaksvíkar kommunu fingu møguleika at tilnevna egnan urtagarð til kappingina ella at tilnevna ein urtagarð, sum eftir teirra tykki hevði eina viðkenning uppiborna. 

Dómsnevndin sigur millum annað í grundgevingini fyri at kjósa Skáltaveg 30 til vinnara, at urtagarðseigarin hevur megnað at fáa heilt ótrúliga nógv burtur úr einum avbjóðandi lendi. Alt er væl samanvaksið, og eingin mold er at síggja, tí planturnar eru sera væl samansettar.

Lendið í urtagarðinum er sera bratt, men kortini er hvør krókur gagnnýttur. Bæði til terassu, har lagt er upp til hvíld og hugsavnan, samstundis sum urtagarðurin er sermerktur av gomlum trøum, sum eru endurnýtt til bæði beð, beinkir og aðrar prýðislutir.

Somuleiðis sigur dómsnevndin, at úrvalið í urtagarðinum er fjølbroytt. Nógv ymisk trø, nálatrø, klivplantur, eitt ótal av staudum, rósum, átulig ber osfr.

Í dómsnevndini sótu Jóhanna Christiansen, forkvinna í mentanarnevndini, Hans Hjalti Skaale, býargartnari, Karl Heri Joensen, KHJ nýgerð, og skrivari var Sonja N. Thomsen, Klaksvíkar kommuna.

Høvuðsvinningurin var eitt gávubræv á 10.000 krónur. Somuleiðis fingu Hanna og Mikkjal eina plantu frá býargartnaranum og eina merkisplátu til minnis um heiðurin.

Harumframt vórðu gávukort á 2.000 kr. handað til urtagarðseigarar, sum eisini sermerktu seg í kappingini, skrivar Klaksvíkar kommuna. 

Myndir: Klaksvíkar kommuna


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder