Í latínamerikanska landinum Venesuela er aftur ófriður og óvissa, og fólkið farið út á gøturnar at mótmæla. Andstøðuleiðarin í landinum, Juan Guaidó, sigur nú, at landsins forseti, Nicolas Maduro, ikki longur hevur undirtøku í herinum.
Tað skrivar Guaidó í einum boðum á Twitter eftir, at týsdagurin varð merktur av mótmælum og harðligum samanbrestum í høvuðsstaðnum, Carasas, skrivar Ritzau.
Hann heitir á stuðlar sínar um aftur í dag at fara út á gøturnar fyri at vísa á teirra ónøgd um Maduro.
- Í morgin halda vit fram við útinningini av "Operación Libertad" (libertad = frælsi, red.), skrivaði hann í Twitter-boðunum í nátt.
Maduro forseti uttast til vinstru (Mynd: EPA)
Svarið frá Maduro er, at ovasta leiðslan í herinum skal hava váttað sín stuðul til sín. Tað segði hann í eini sjónvarpsrøðu, skrivar Reuters tíðindastovan.
Í røðuni segði forsetin, at ”kvettroyndin” sum andstøðuleiðarin hevði staðið fyri, er niðurbard.
Maduro segði samstundis, at hann hevur sett Gustavo Gonzalez Lopez aftur í starv sum ovasti fyri fregnartænastuna í landinum. Hann nevndi einki um, hvørt tað samstundis merkti, at sitandi fregnartænastuleiðari, Manuel Christopher Figuera, er koyrdur frá.
Boðini um nýggjan ovasta fyri fregnartænastuni koma eftir, at Figuera í einum brævi til ”fólkið” í Venesuela fýltist at Maduro forseta.
Í brævinum skrivar Figuera millum annað, at stundin er koma til at ”endurbyggja landið”.
Brævið varð almannakunngjørt á sosialum miðlum. AP-tíðindastovan hevur síðan fingið váttað rættleikan av brævinum frá høgtstandandi embætisfólki íUSA.
Figuera skrivar, at hann altíð hevur verið trúgvur mótvegis Maduro. Men Venesuela hevur upplivað eina ógvusliga afturgongd. Tí er stundin komin til ”at søkja nýggjar gøtur í politikkinum”, skrivar hann, uttan tó at nevna Juan Guaidó við navni.
Í gjár heitti Guaidó á bæði sivilfólk og herin í Venesuela um at byrja uppreistur móti sitandi forseta í landinum.
Yvir 70 fólk vórðu særd undir ófriðinum, sum valdaði í gjár, skrivar CNN.
Boðað verður eisini frá, at minst 25 hermenn úr Venesuela skulu hava biðið um politiskt friðskjól á sendistovuni hjá Brasil í Caracas. Brasil er eitt av meira enn 50 londum, sum alment stuðlar Juan Guaidó í politiska stríðnum móti Maduro.
(Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald