Uttanlands

Vaksandi smittutøl í Stórabretlandi

Ikki síðan 11. mars hava so nógvir bretar verið innlagdir við koronu, og um smittan heldur á at spreiða seg, kann verða neyðugt at seta fleiri tiltøk í verk aftur, verður sagt úr Downing Street

London, Ongland (Mynd: EPA)

London, Ongland (Mynd: EPA)

2021-09-13 10:22 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Talið á innløgdum koronasjúklingum í Stórabretlandi er í løtuni tað hægsta síðan 11. mars, skriva bretskir miðlar.

Seinastu dagarnar er talið á koronasjúklingum á bretsku sjúkrahúsunum økt við 1.000, og uml. 1.000 av teimum nærum 8.000, sum í løtuni eru innløgd við koronu, eru í respiratori. Seinastu dagarnar eru eisini 156 koronasjúklingar deyðir.

Í miðal eru skrásettir yvir 36.000 nýggir tilburðir um dagin seinastu vikuna, serliga orsakað av Delta-frabrigdinum.

Greiningarfyritøkan Airfinity metir, at sjúkrahúsini kunnu verða yvirbelastaði í november, um smittan heldur á at spreiða seg, sum hon ger nú.

Tað var síðst í juli mánað, at bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson gjørdi av at seta øll smittufyribyrgjandi tiltøkini úr gildi, men um tað verður neyðugt, avvísir forsætisráðharrin ikki, at summi tiltøk, eitt nú krav um munnbind og frástøðu, verða sett í verk aftur.

89 prosent av bretum yvir 16 ár eru koppsett fyri koronu, meðan 80 prosent eru liðugt koppsett.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder