Innanlands

Vaksandi tal á tilburðum í Norðoyggjum

Korona hevur ilt við at sleppa norðoyggjum hóast fyribyrgjandi tiltøk eru gjørd seinastu vikurnar. 56 av teimum 111 koronutilburðunum mikudagin vórðu staðfestir í Norðoyggjum

Í Klaksvík pota tey av øllum alvi (Mynd: Klaksvíkar sjúkrahús)

Í Klaksvík pota tey av øllum alvi (Mynd: Klaksvíkar sjúkrahús)

2021-11-05 08:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Met nógvir koronutilburðir vóru staðfestir í gjár. Heilir 111 í talið.

Corona.fo hevur nú dagført tølini yvir hvar í landinum tilburðirnir eru staðfestir, og korona hevur ilt við at sleppa Norðoyggjum.

Eftir at tilburðirnir í Norðoyggjum hava verið í 30unum undantikið 31. oktober tá bara fimm tilburðir vóru staðfestir, so vóru tað í gjár heilir 56 tilburðir staðfestir í økinum.

Stóra talið í Norðoyggjum umframt tað tað í Eysturoynni vóru staðfestir 20 og í Suðurstreymoy 21 ger, at vit seta met í smittaðum.

Seinastu 14 dagarnar eru 496 fólk staðfest positiv í Norðoyggjum. Hetta kann samanberast við fyrra hálvár í ár, tá bara níggju tilburðir vórðu staðfestir í økinum.

Annars kann leggjast afturat, at korona framegis fyri tað mesta rakar ung. Seinastu fjúrtan dagarnar eru tað 267 børn í aldrinum 0-11, sum eru blivin testað positiv.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder