Innanlands

Vaksinan fingið ES-góðkenning

Kunnu rokna við, at fyrstu skamtirnir koma til Føroya við flogfari annað jólakvøld

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-12-21 14:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nógv bendir á, at teir fyrstu føroyingarnir kunnu verða koppsettir móti covid-19 beint eftir jól.

Fyrsta stigið í umfatandi evropeisku koppingarverkætolanini var tikin í dag, tá EMA, sum er evropeiski stovnurin, sum góðkennir heilivágir, gav grønt ljós fyri vaksinuni, sum heilivágsfyritøkurnar Pfizer og BioNTec hava ment.

Væntandi verður henda góðkenningin staðfest í ES-nevndini longu í kvøld, skrivar dr.dk.

Harvið verður roknað við, at tað tekur einar tveir dagar at fáa fyrstu lessini av vaksinu til goymsluna hjá Statens Serum Institut í Danmark.

Og, sum avtalan er í løtuni, so fáa Føroyar og Grønland eisini sín lutfalsliga part av skamtunum.

[object Object]
Hjalti Gunnarstein, landsapotekari (Mynd: Sverri Egholm)

- Tað sær út til, at tíðarætlanin, sum vit løgdu fram á tíðindafundinum hósdagin kemur at halda. Altso at vit kunnu fáa fyrstu vaksinuna heim við flogfari annað jólakvøld, sigur Hjalti Gunnarstein, landsapotekari.

Enn hevur hann ikki fingiið almennu boðini um at so er. Tað er eisini enn óvist, hvussu nógvir skamtir Danmark fær, og harvið eisini Føroyar, í fyrstu atløgu.

Neyvan verða tað allir teir 600.000 skamtirnir, sum Danmark hevur fingið tillutað, heldur Hjalti Gunnarstein, tí heilivágurin skal jú fordeilast út til øll londini í ES.

Hann greiðir frá, at tá vøran er komin til SSI (Statens Serum Institut, red.), skal vøran pakkast um og gjøgnum vanliga góðskugóðkenning. Sjálvur heilivágurin skal ikki gjøgnum eina nýggja góðkenning í Danmark. Góðkenningin frá EMA er galdandi fyri Danmark og harvið eisini Føroyar.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder