Mentan

Vaksnamannahapping á filmi

Danski filmurin ”Undtagelsen” verður vístur í Filmsfelagnum næstu ferð

2020-06-18 09:50 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Næsti filmur í Filmsfelagnum er um vaksnamannahapping og byggir á skaldsøguna ”Undtagelsen” hjá Christian Jungersen.

Iben (Danica Curcic), Malene (Amanda Collin), Anne-Lise (Sidse Babett Knudsen) og Camilla (Lene Maria Christensen) eru starvsfelagar við nógvum dystum, har ikki bara makt, men eisini tutl og sleyg um hvørja aðra og so loynilig, skiftandi sambond, sum eingin kann vara seg fyri, seta dagsordanin.

Tá Iben og Malene fáa deyðshóttanir í telduposti, halda tær at tað er ein serbiskur krígsbrotsmaður, sum tær skriva greinar um.

Men tá eitt mál um happing á arbeiðsplássinum tekur seg upp og fer heilt av nálini, fara tær at grunda yvir, um óndskapurin sprettur úr teimum sjálvum.

”Undtagelsen” er ein skakandi nøtrisøga, sum lýsir hvussu snild og raffinerað happing kann verða millum vaksin á einum arbeiðsplássi.

Jesper W. Nielsen hevur gjørt til film, sum verður vístur í Filmsfelagnum mikudagin 1. juli. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder