Innanlands

Vaktarskifti í Barnaverndini við Skálafjørðin

Ingrid Jensen takkaði fyri seg sum leiðari í Barnaverndartænastuni við Skálfjørðin, og Jenny Petersen tók við starvinum 1. mai

2021-05-15 13:11 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nes-, Sjóvar- og Runavíkar kommuna umsita í felag barnaverndina í økinum við Skálafjørðin. Nú húsast barnaverndin í húsunum, sum Símun í Bakkanum og konan Karla í sínari tíð bygdu úti við Toftavatn. Roðin, sum er eldrasamtakið hjá somu kommunum, eigur húsini.

Ingrid Jensen, sum hevur verið leiðari í barnaverndini í nøkur ár, hevur valt at taka við øðrum avbjóðingum. Tí varð neyðugt at søkja eftir nýggjum leiðara. Setanarnevndin, ið er mannað av borgarstjórunum, innstillaði einmælt Jenny Petersen. Hesum tóku bý- og bygdaráðini einmælt undir við. Jenny Petersen varð sett sum leiðari frá 1. mai 2021.

Jenny Petersen er 46 ár, útbúgvin sosialráðgevi og hevur seinastu 15 árini starvast í Barnaverndini við Skálafjørðin. Fyrstu árini eftir lokna útbúgving starvaðist hon sum sosialráðgevi í Danmark. Komin aftur til Føroya, var hon í starvi á Almannastovuni. Jenny hevur verið á fleiri fakligum skeiðum og luttikið á viðkomandi ráðstevnum. Fjølbroyttu royndir hennara eins og skipað samstarv við stovnar og myndugleikar er sera týðandi fyri starvið.

Í sambandi við vaktarskiftið varð skipað fyri hugnaligari samkomu seinast í apríl. Her nýttu fleiri høvi at takka Ingrid Jensen og ynskja nýggja leiðaranum hepna hond við starvinum.

Vegna kommunurnar í samstarvinum takkaði Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, Ingrid Jensen fyri trygga leiðslu og gott samstarv. Samstundis ynskti hann vegna kommunurnar Jenny Petersen blíðan byr í nýggja og ábyrgdarfulla starvinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder