Innanlands

Vaktarskifti í Barnaverndini við Skálafjørðin

34-ára gamla Katrin Dam tekur við eftir Jenny Petersen, sum hevur starvast hjá Barnaverndini í 18 ár. Skipað var fyri samkomu í dag

Í samband við vaktarskiftið varð skipað fyri hugnaligari samkomu í dag. Jenny takkaði fyri tíðina, og ynskti avloysaranum hepna hond og bestu eydnu í starvinum

Í samband við vaktarskiftið varð skipað fyri hugnaligari samkomu í dag. Jenny takkaði fyri tíðina, og ynskti avloysaranum hepna hond og bestu eydnu í starvinum

2024-01-05 18:11 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nes-, Sjóvar- og Runavíkar kommuna umsita í felag barnaverndina í økinum við Skálafjørðin. Nú húsast barnaverndin í húsunum, sum Símun í Bakkanum og konan Karla í sínari tíð bygdu úti við Toftavatn. Roðin eigur húsini. Hetta er eldrasamtakið hjá somu kommunum

Jenny Petersen hevur starvast hjá barnaverndini í 18 ár og hevur verið leiðari síðan 1. mai 2021. Hon hevur nú valt at taka við øðrum avbjóðingum. Tí hevur verið søkt eftir nýggjum leiðara.

Setanarnevndin, ið millum anna var mannað av borgarstjórunum í teimum trimum kommununum, innstillaði einmælt Katrina Dam til starvið sum leiðari. Tikið var undir við hesum í avvarðandi kommununum.

[object Object]

Katrin er 34 ára gomul. Hon varð í 2020 útbúgvin sum sosialráðgevi frá Professionsháskúlanum Absalon í Slagelse í Danmark og var annars júst byrjað í starvi hjá Barnaverndartænastuni við Skálafjørðin. Fyrstu trý árini eftir lokna útbúgving starvaðist hon sum sosialráðgevi á familjudeildini á Amager í Danmørk. 

Í samband við vaktarskiftið varð skipað fyri hugnaligari samkomu í dag. Jenny takkaði fyri tíðina, og ynskti avloysaranum hepna hond og bestu eydnu í starvinum.

Vegna kommunurnar í samstarvinum takkaði Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, Jenny Petersen fyri trygga leiðslu og gott samstarv. Samstundis ynskti hann vegna kommunurnar Katrini Dam blíðan byr í nýggja og ábyrgdarfulla starvinum.

Runavíkar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder