
Í samrøðu "Mød Statsministeren" í sjónvarpinum hjá Danmarks Radio í kvøld róð Mette Frederiksen fram undir, at val verður útskrivað í morgin, og tað verður um 10:30 tíðina danska tíð.
Eisini kom hon við ábendingum um, at valið í seinasta lagi verður 5. november. Hetta tó uttan at koma við einari nágreiniligari dagfesting.
Fleiri væntaðu annars, at val fór at verða útskrivað í dag, tá Fólkatingið varð sett. Setanarrøðan hjá Mette Frederiksen kemur til viðgerðar í fólkatingssalinum eftir ætlan hósdagin. Er val ikki tá útskrivað áðrenn tað, fara tey radikalu at koma við einum misálitisuppskoti, sum fólkatingið so skal atkvøða um sama dag.
Men nógv bendir altso á, at val verður útskrivað í morgin, og at tað verður um hálvgun tíggju tíðina føroyska tíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald