Uttanlands

Val í Evropaparlamentinum í morgin

Í morgin skal atkvøðast um teir 720 sessirnar í Evropaparlamentinum. Av hesum fáa Danmark 15 sessir.

Mynd úr Evropaparlamentinum. (Mynd frá Wikipedia Commons)

Mynd úr Evropaparlamentinum. (Mynd frá Wikipedia Commons)

2024-06-08 11:30 Author image
Áron Vest
placeholder

 Í Føroyum kunnu vit, sum flestum kunnugt, ikki atkvøða til EU valið í morgin. Tó kunnu føroyingar, ið eru búsitandi í Danmark, atkvøða. 

Krøvini fyri at fáa valrætt, eru hesi:

  • 18 ára aldursmark
  • danskan ríkisborgararætt og fasta búseting í Danmark, ella í hinum EU limalondunum
  • ella hava ríkisborgararætt í øðrum EU limalondum og fasta búseting í Danmark

Í løtuni er mandatbýti soleiðis:

Socialdemokraterne: 3 limir
Radikale Venstre: 1 limur
Konservative: 1 limur
Socialistisk Folkeparti: 2 limir
Dansk Folkeparti: 1 limur
Venstre: 3 limir
Moderaterne: 1 limur
Enhedslisten: 1 limur
Leysgangarir: 1 limur

Her síggja vit, at einans 14 limir eru. Tað er tí at í juli 2023 bleiv tað viðtikið av Evropaparlamentinum, at Danmark skuldi fáa ein sess afturat. Sostatt hevur Danmark í næstu setu 15 sessir.

- Hvønn týdning hevur Evropaparlamentið fyri Føroyar og føroyingar?

Tað er ilt at siga, men staðfestast kann, at hetta valið hevur í øllum førum ikki ongan týdning fyri okkum í Føroyum. Hetta kunnu vit staðfesta, eftir at hava gjørt samrøður við landsstýrisfólk í Føroyum, og við hálva føroyingin og núverandi EU politikkaran, Bergur Løkke Rasmussen. 

Fylg við á Portalinum, tá vit hetta vikuskiftið skriva um valið í Evropaparlamentinum. Eisini leggja vit samrøðurnar út sum einstakar greinar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder