Uttanlands

Val í Grikkalandi: Helst verður eitt valumfar afturat

Grikski stjórnarflokkurin, Néa Dimokratía gjørdist størsti flokkur við omanfyri 40 prosent at atkvøðunum, men tað er ikki nóg mikið til at fáa meiriluta í tinginum

Grikski forsætisráðharrin, Kyriakos Mitsotakis (Mynd: EPA)

Grikski forsætisráðharrin, Kyriakos Mitsotakis (Mynd: EPA)

2023-05-22 09:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár var val í Grikkalandi, og nú nærum allar atkvøðurnar eru taldar, hevur konservativi stjórnarflokkurin, Néa Dimokratía (Nýtt Demokrati), fingið 40,79 prosent av atkvøðunum og er harvið størsti flokkur.

Hóast flokkurin fekk munandi størri undirtøku, enn veljarakanningar vístu, er hetta kortini ikki nóg mikið til, at flokkurin einsamallur kann skipa stjórn. Neyðugt er nevniliga við yvir 45 prosent at atkvøðunum fyri at fáa meiriluta, skrivar DR.

Í grikska tjóðartinginum eru 300 sessir, og neyðugt er við 151 fyri at fáa meiriluta. Men stjórnarflokkurin hevur bert fingið 146.

Næststørsti flokkur er Syriza, sum sat í stjórn í tíðarskeiðnum 2015 til 2019. Hann fekk 20,07 prosent av atkvøðunum.

Eingin av teimum størstu flokkunum hava fingið nóg stóra undirtøku til einsamallur at kunna skipa stjórn, og hava teir nú tríggjar dagar til at skipa eina stjórn, annars verður skipað fyri enn einum valumfari.

Og alt bendir á, at forsætisráðharrin, Kyriakos Mitsotakis ynskir eina einflokkastjórn, og at grikkar sostatt skulu aftur á val í summar. Tann flokkurin, ið fær flestar atkvøður í seinna valumfarinum kann fáa 50 eyka sessir í tjóðartinginum, og sostatt hevur flokkurin hjá Mitsotakis framvegis møguleika at skipa einflokkastjórn, skrivar Politico.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder