Uttanlands

Val í Hong Kong í dag

Í dag er val til lóggevandi tingið í Hong Kong – Valskipanin varð broytt í vár, og eru tað bert valevni, sum eru trúfest yvirfyri stýrinum í Kina, sum sleppa at stilla upp

Nógvar valplakatir eru at síggja í Hong Kong í løtuni (Mynd: EPA)

Nógvar valplakatir eru at síggja í Hong Kong í løtuni (Mynd: EPA)

2021-12-19 12:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag er val í Hong Kong, tað fyrsta, síðan valskipanin í býnum varð broytt.

Tað eru bert valevni, sum eru trúfest yvirfyri kommunistiska stýrinum í Kina, sum sleppa at stilla upp til lóggevandi tingið í Hong Kong.

Talið á sessum í tinginum er víðkað úr 70 upp í 90, men bert 20 umboð verða vald beinleiðis. Fyrr var talan um helvtina.

Av teimum 70 sessunum, sum eru eftir, verða 40 umboð vald av einari valnevnd, meðan hini 30 verða vald av áhugafelagsskapum úr eitt nú vinnulívinum. Søguliga sæð hava hesi verið trúfestir yvirfyri kinesiska stýrinum.

Eygleiðarar vænta, sambært Ritzau, at valluttøkan verður avmarkað. Mett verður m.a., at nógvir íbúgvar hava uppgivið vónina um deomkratiskar broytingar, eftir at myndugleikarnir í Hong Kong, við stuðli úr Kina, slóu hart niður á fólkaræðisligar mótmælisrørslur á sumri í 2019.

Hong Kong, sum fyrr varð undir bretskum stýri, varð latið Kina í 1997 undir einari serskipan, sum gevur Hong Kong ávís demokratisk rættindi, sum ikki finnast aðrastaðni í Kina – harímillum rættin at velja sítt egna lóggevandi ting. Limir í hesum tingi verða valdir fyri fýra ár í senn. Tingið hevur m.a. til uppgávu at samtykja nýggjar lógir, fíggjarætlanir og skattareglur, umframt at tilnevna dómarar til hægstu dómstólarnar.

Í mars gjørdi stýrið í Kina av at broyta valskipanina, so valevni skuldu góðkennast av ymsum nevndum. Hetta var fyri at gera tað lættari at forða teimum, sum verða mettir at vera atfinningarsamir móti Kina, at stilla upp.

Valstøðini lata aftur seinnapartin, og valúrslitið væntast at vera klárt mánadagin, skrivar Reuters.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder