Í dag er forsetaval í Moldova, og fram til valið hevur løgreglan handtikið fleiri hundrað fólk, sum eru undir illgruna fyri at hava framt valsvik.
Tað snýr seg um eina skipan, har veljarar fáa pengar fyri at atkvøða. Tað er tó ógreitt, hvussu hetta valsvikið verður framt, og hvussu veljarar fáa pengar fyri teirra atkvøður, men løgreglan heldur, at tað eru russar, sum standa aftanfyri, og at upp móti fjórði hvør veljari kann hava selt sína atkvøðu.
Forsætisráðharrin í Moldova, Dorin Recean, heitir á veljarar um at hava hava eyguni eftir møguligum svikarum í sambandi við valið.
– Ein bólkur av tjóvum roynir at svika fólk við at lova teimum pengar og geva teimum falskar upplýsingar, sigur hann.
Í dag er ikki bara forsetaval men eisini fólkaatkvøða í Moldova. Fólkaatkvøðan snýr seg um eina møguliga framtíð hjá landinum í ES. Sostatt skulu borgarar velja, um stjórnarskipanin í landinum skal broytast, so at limaskapur í ES verður gjørd til eina strategiska raðfesting.
Sambært Ritzau er líkt til, at meiriluti er fyri at broyta stjórnarskipanina, og at Maia Sandu, sum hevur verið forseti síðan desember 2020, og sum er fyri limaskapi í ES og sambandi við vesturheimin, verður afturvald.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald