Uttanlands

Val í Sýria innan fýra ár

Eisini skal nýggj stjórnarskipan gerast, og tað kann taka trý ár, sigur nýggi leiðarin í Sýria

Ahmed al-Sharaa, leiðari í Sýria (Mynd: EPA)

Ahmed al-Sharaa, leiðari í Sýria (Mynd: EPA)

2024-12-29 14:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað kunnu gang fýra ár, áðrenn val verður hildið í Sýria, sigur Ahmed al-Sharaa, nýggi leiðarin í landinum.

Hetta er fyrstu ferð, at hann gevur eitt boð uppá, nær val kann verða hildið í landinum, eftir at stýrið hjá Bashar al-Assad forseti varð koyrt frá fyrr í hesum mánaðinum, skrivar Ritzau.

Ahmed al-Sharaa sigur eisini, at tað kann taka trý ár at gera eina nýggja stjórnarskipan í Sýria, og fólkið skal fyrireika seg til, at tað kann ganga eitt ár, áðrenn stórar broytingar síggjast í landinum.

Ahmed al-Sharaa er leiðari fyri Hayay Tahrir al-Sham-rørsluna, sum tók valdið í landinum fyrr í hesum mánaðinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder