Uttanlands

Val í Turkalandi í mai

Erdogan, sum hevur verið forseti síðan 2014, hevur seinastu tíðina verið undir trýsti, og kann valið, sambært meiningakanningum, gerast sera tætt

Turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan (Savnsmynd)

Turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan (Savnsmynd)

2023-01-23 07:39 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

14. mai verður tjóðartings- og forsetaval í Turkalandi, sigur turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan.

Upprunaliga átti val at vera 18. juni, men ábendingar hava verið um, at Erdogan fór at boða frá vali áðrenn tað. 

Og meiningakanningar vísa, at valið kann gerast sera tætt, skrivar Ritzau.

Erdogan hevur verið undir trýsti bæði orsakað av innanhýsisviðurskiftum í Turkalandi og í Nato, har Turkaland er limur. Onnur limalond í verjusamgonguni finnast at Erdogan og stýri hansara; m.a. hevur Erdogan verið ímóti at loyva Svøríki og Finnland uppí Nato. Turkaland og Ungarn eru einastu londini í Nato, sum enn ikki hava góðkent limaskapin hjá teimum báðum norðurlondunum.

Umframt hetta finnast nógv at Erdogan, tí at hann samstundis sum landið stríðist við høgari inflasjón, hevur givið turkiska miðbankanum boð um at lækka rentuna. Hetta hevur elvt til størri prísvøkstur, og kom inflasjónin í heyst uppum 85 prosent.

Erdogan hevur verið forseti í Turkalandi síðan 2014. Í árunum 2003 til 2014 var hann forsætisráðharri. Eisini hevur hann verið borgarstjóri í Istanbul. Tað var í árunum 1994 til 1998.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder