Uttanlands

Val í Týsklandi: SPD størsti flokkurin

CDU/CSU hava við einari afturgongd á átta prosentstig fingið teirra vánaligasta úrslit nakrantíð – Bæði Armin Laschet og Olaf Scholz søgdu í gjárkvøldið, at teir ætla sær at skipa stjórn og gerast kanslari

Olaf Scholz, formaður í SPD (Mynd: EPA)

Olaf Scholz, formaður í SPD (Mynd: EPA)

2021-09-27 07:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað er sosialdemokratiski flokkurin SPD við Olaf Scholz á odda, sum gerst størsti flokkur í Týsklandi eftir valið í dag, vísir fyribils úrslitið í morgun.

SPD fær 25,7 prosent av atkvøðunum, meðan tey konservativu CDU/CSU fáa 24,1 prosent.

Meðan SPD hevur eina framgongd á 5,2 prosentstig í mun til seinasta val í 2017, er talan um vánaligasta valúrslitið hjá CDU/CSU nakrantíð. Teir mistu átta prosentstig í mun til seinasta val.

Men hóast SPD stendur til at verða størsti flokkurin, er enn ógreitt, hvør tekur yvir eftir Angela Merkel sum samveldiskanslari í Týsklandi.

Sambært DR søgdu bæði Armin Laschet úr CDU/CSU og Olaf Scholz úr SPD í gjárkvøldið, at teir ætlaðu sær at skipa stjórn og royna at gerast kanslari.

Líkt er til, at tað eru smærri flokkarnir, umhvørvisflokkurin Die Grünen og liberali flokkurin FDP, sum koma at avgera hetta. Teir standa til at fáa ávikavíst 14,8 og 11,5 prosent av atkvøðunum, og sostatt kunnu bæði CDU/CSU og SPD vinna sær ein meiriluta við stuðul frá hesum flokkum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder