Innanlands

Val til eldraráðið í Suðuroy verður 10. november

Vágs og Tvøroyrar kommuna fáa tveir limir hvør, meðan Sumbiar, Porkeris, Hovs, Fámjens og Hvalbiar kommuna fáa ein lim hvør – Freistin at boða frá uppstilling er 16. oktober

2020-10-05 12:59 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Frestin at stilla upp til eldraráðið í Suðuroynni er í komandi viku – 16. oktober klokkan 12.

Eldraráðið verður samansett eftir sama leisti, sum stýrið fyri Bú- og Heimatænastuna í Suðuroynni.

Vágs og Tvøroyrar kommuna fáa tveir limir hvør, meðan Sumbiar, Porkeris, Hovs, Fámjens og Hvalbiar kommuna fáa ein lim hvør.

Eldraráðið skipar seg sjálvt. Næstvaldu á viðkomandi vallistum verða varalimir eftir galdandi valreglum.

Ein treyt fyri at stilla upp er, at valevnið skal vera 60 ár ella eldri á valdegnum.

Valskeiðið gongur frá 1. januar 2021 til 31. desember 2024.

Valevnisfráboðan fæst á skrivstovunum hjá kommununum í Suðuroy. Saman við valevnisfráboðanini skulu undirskriftir frá minst tveimum stillarum fylgja við, sum lúka treytirnar fyri valrætti til Eldraráðið. Eingin kann vera stillari fyri meira enn einum valevni, skrivar Tvøroyarar kommuna.

Endamálið hjá eldraráðnum er at betra og útbyggja sambandið millum eldri borgarar og BHS.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder