Uttanlands

Í dag skulu ES-borgarar á val

751 ES-tinglimir skulu veljast at umboða 512 mió. borgarar í 28 limalondum

Danski forsetisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, og sonurin Bergur, sum sjálvur stillar upp til ES-tingið fyri Venstre (Mynd: EPA)

Danski forsetisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, og sonurin Bergur, sum sjálvur stillar upp til ES-tingið fyri Venstre (Mynd: EPA)

2019-05-26 12:34 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag er val í flestu ES-londum, har 751 limir skulu veljast til ES-tingið.

Bretland og Holland fóru á val 23., meðan írar fóru á val 24., og Slovakia, Lettland og Malta fóru á val í gjár. Men tey flestu ES-londini skulu velja í dag. Tá øll londini hava atkvøtt, verða øll úrslitini almannakunngjørd.

Hóast bretar vilja úr ES, vórðu tey kortini noydd at skipa fyri vali, av tí at eingin skilnaðaravtala er góðkend enn.

Skipað verður fyri ES-vali 5. hvørt ár, og er hetta 9. ferð, at skipað verður fyri beinleiðis vali av ES-tinglimum. Fyrstu ferð var í 1979.

Seinast ES-val var í 2014, var valluttøkan metlág - 42 prosent í miðal fyri alt ES, skrivar Kringvarpið.

ES-tingið er einasta fólkavaldi stovnur í ES, og tingið samtykkir lógir og hevur eftirlit við fíggjarætlanini, sum er meira enn 1.140-milliardir krónur.

Valstríðið hevur í stóran mun snúð seg um Brexit, tilflytarar, lógir fyri arbeiðsmarknaðin og veðurlagsbroytingar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder