Pedro Sanchez, forsætisráðharri í Spania, hevur útskrivað nýval. Valið verið hildið 28. apríl 2019.
Hetta verður triðja valið í Spania seinastu fýra árini. Sosialistiski Pedro Sanchez gjørdist forsætisráðharri í fjør, tá tað eydnaðist honum at koppa konservativa Mariano Rajoy.
Ein av høvuðsorsøkunum til at Sanchez útskrivar val, er at spanska parlamentið fyrr í vikuni vrakaði fíggjarlógaruppskotið hjá stjórnini. Fíggjarlógaruppskotið fekk 191 atkvøður ímóti og bert 158 atkvøður fyri, skrivar danska TV2.
Tað var katalansku flokkarnir, sum stóðu saman um at fella fíggjarlógaruppskotið, tí at stjórnin ikki er opin fyri at økja um sjálvstýrið hjá Katalonia. Stjórnin noktar fyri hesum, tí at hon sigur, at tað gongur ímóti grundlógini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald