Aftur í ár verður válað í Vestmanna, tá fýra ymisk støð leygarkvøldið 27. apríl 2024 leggja pall til fýra ymisk tónleikanøvn.
Hetta skrivar heimasíðan hjá Vestmanna kommunu í dag.
Pallarnir í ár vera í Kirkjuni, í Vektarbúðini, á Staðnum og í Silkienni. Fyrsta konsertin byrjar kl. 20.00 í Kirkjuni. Tað er tó ikki endalig greitt enn, hvørji koma at framføra
- Eins og undanfarin ár verður nógvur góður og fjølbroyttur tónleikur á skrá. Hvør bólkur/einstaklingur spælir tvær ferðir hvønn hálvan tíma, og vera konsertirnar forskotnar eitt sindur, so fólk kunnu vála millum konsertirnar. Undantikin er konsertin í kirkjuni, sum verður einaferð hetta kvøldið. Skráin verður lýst saman við atgongumerkjasølui.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald