Í dag er tjóðartingsval í Noregi, og norðmenn, sum eru so óhepnir at sita í sóttarhaldi í dag, tí teir annaðhvørt eru staðfestir smittaðir við koronu ella hava verið í sambandi við ein smittaðan persón, kunnu greiða sína atkvøðu umvegis serligar atkvøðukassar.
Ein fyribils lógarbroyting ger tað eisini møguligt at fáa ein ábyrgdarpersón at avheinta atkvøðuna í heiminum hjá veljaranum. Hetta skuldi tó fráboðast áðrenn klokkan níggju í morgun. Veljarar í sóttarhaldi skulu seta seg í sambandi við kommununa fyri at fáa nærri kunning um, hvussu tey kunnu velja.
Í summum kommunum byrjaði atkvøðugreiðslan longu sunnudagin, og yvir 40 prosent av norðmonnum, sum hava valrætt í dag – 1,6 mió. fólk – hava longu greitt brævtkvøðu, skrivar Ritzau.
Sambært veljarakanningum er líkt til, at tað verður torført hjá konservativa flokkinum, Høyre, sum núverandi forsætisráðharranum, Erna Solberg umboðar, at savna ein bláan meiriluta í tinginum eftir valið. Hinvegin eru ábendingar um, at Jonas Gahr Støre, formaður í Arbeiderpartiet, kann skipa stjórn.
Arbeiderpartiet stendur, saman við Senterpartiet og Sosialistisk Venstreparti til at fáa 85 av teimum 169 sessunum í Stortinget.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald