Politiska vágskálin hevði koppað yvir aftur til ta borgarligu síðuna, um løgtingsval hevði verið nú.
Tað vísir nýggj veljarakanning. Her er úrslitið, at flokkarnir, sum skipa landsstýri í løtuni einans hava 16 tingfólk aftan fyri seg, meðan andstøðan – undanfarna samgonga – hevði fingið 17 fólk á ting.
Hósdagin var eitt hálvt ár liðið síðan løgtingsval var, og mikukvøldi spurdi Spyr.fo 500 fólk um, hvat tey høvdu valt, um val hevði verið í dag.
Og kanningin vísir, at Fólkaflokkurin hevði fingið stóra framgongd. So stóra, at meirilutin á løgtingi aftur hevði koppað yvir á flokkarnir, sum sótu saman í landsstýrissamgongu seinast.
Síggj alla veljarakanningina í Blaðnum Vikuskifti ókeypis her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald