Innanlands

Valevni og limir í Sambandsflokkinum: Hjúnabandslógin skal varðveitast

- Vit heita á tykkum við hesum skrivi, at standa stinn í samgongusamráðingunum og halda fast við, at vit hvørki rulla hjúnabandslógina aftur ella broyta núverandi lóg

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-09-05 23:13 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Valið er av, og sum limir floksins, fegnast vit um góða úrslitið og sjeynda mannin, ið vit megnaðu at vinna farna valkvøld. Vit sum Sambandsflokkur eru nú í eini lykastøðu - latum okkum gangnýta hana sum best!

Nú samgonga skal skipast og tað hómast at blíva ein borgarlig av slagnum, føla vit eina skyldu at koma við eini áheitan til okkara umboð við samráðingarborðið, og harafturat við einum boðskapi til Føroya fólk.

Vit eru ein sosial-liberalur flokkur. Liberala stevnan vísir á frælsið hjá einstaklinginum, bæði á arbeiðsmarknaðinum og privat. Liberalisman vísir á, at frá tí degi vit verða borin í heim, eru vit javnsett og at øll menniskju hava trý grundleggjandi rættindi: lív, frælsi og ogn.

Frælsi er tað orðið, ið vit ynskja at bíta fast í, í hesi áheitan.

Sum partvíst liberalur flokkur, eiga vit at verja rættin hjá føroyska borgaranum at hava frælsi at elska tann, tey elska - og harafturat giftast við tí persóni, ið tey elska.

Tað er tí okkara áheitan til tykkum, okkara floksfelagar, at hóast tað krevur nógv at gerast samd um eitt samgonguskjal, er frælsi ikki til at fara á kompromis við.

Vit heita á tykkum við hesum skrivi, at standa stinn í samgongusamráðingunum og halda fast við, at vit hvørki rulla hjúnabandslógina aftur ella broyta núverandi lóg. Arbeitt skal aldrin vera ímóti at skerja rættindi hjá føroyskum borgarum.

Allan Skaalum, valevni

Alvi Mortensen, valevni

Anja Haldansen, valevni

Anna Falkenberg, valevni

Annfinn Brekkstein, valevni

Eivin Helgi Jacobsen, valevni

Eyðbjartur Sólheyg Skaalum, valevni

Eyðdis Hartmann Niclasen, valevni

Ingi Mittún, valevni

Sunrid Traðará, valevni

Anna-Mari Nielsen, limur

Árni Guldborg Nielsen, limur

Birgir Ferjá Heldarskarð, limur

Eydna Gleðisheygg, limur

Hans Hjørleivur Magnussen, limur

Linnea Lindenskov Petersen, limur

Magdalena Mørk, limur

Magnus Herdalur, limur

Magnus Reinert Hansen, limur 

Olivia Kruse, limur

Petur Hansen, limur   

Thordis Skaalum, limur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder