Innanlands

Valfelag biður løgmann geva Jørgen Niclasen tænastuboð

Send Lønardeildina aftur til samráðingarborðið og virðið samráðingar og verkfalsrættin, ljóðar áheitanin frá Vága Sambandsfelag

Marjus Dam, formaður í Vága Sambandsfelag (Savnsmynd)

Marjus Dam, formaður í Vága Sambandsfelag (Savnsmynd)

2021-06-16 08:02 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Gev Jørgen Niclasen tænastuboð um at Lønardeildin skal taka uppaftur samráðingarnar við Føroya Pedagogfelag, møguliga við hjálp av Semingsstovninum.

Soleiðis ljóðar ein áheitan frá Vága Sambandsfelag til formannin í flokkinum, Bárð á Steig Nielsen, løgmann.

Limafelagið hjá Sambandsflokkinum hevur havt fund orsaka av verkfallinum.

Niðurstøðan á fundinum var, at felagið mælir frá, at løgtingið longu nú fer inn í málið, “tí Sambandsflokkurin hevur altíð virt fakfelagsrørsluna og verkfalsrættin”

Brævið kann lesast her: Virðið fakfelagsrørsluna og verkfalsrættin 

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður við arbeiðsmarknaðarmálum, eisini úr Sambandsflokkinum, fer í dag at leggja uppskot fyri løgtingið, sum lóggevur partar av verkfalsraktu pedagogunum aftur til arbeiðis.

Løgtingsfundur, einans við framløgu á skránni, verður í dag klokkan 11.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder