Innanlands

Valfundur í Hovi 20. august

Týskvøldið skipar Demokratia fyri valfundi í Miðnámsskúlanum í Hovi, har evnið verður umhvørvispolitikkur

Mynd: Miðnámsskúlin í Suðuroy

Mynd: Miðnámsskúlin í Suðuroy

2019-08-18 16:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Týskvøldið 20. august klokkan 19 skipar Demokratia fyri valfundi á Miðnámsskúlanum í Hovi.

Evnið á fundinum er umhvørvispolitikkur, og valevni fyri flokkarnar luttaka. Eisini verður eitt kveikjandi innspæl frá Anniku Bolton Mortensen, journalisti. Høvi verður hjá áhoyrarum at seta valevnunum spurningar.

Orðstýrari er Liljan Weihe.

Kaffi, te og køkur vera eisini at fáa.

Valfundurin í Hovi er annar av trimum valfundunum, sum Demokratia skipar fyri. Tann fyrsti var í Fuglafirði 14. august, og triði og seinasti fundurin verður í Smæruni í Havn 27. august.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder