Innanlands

Valfundur í Tilhaldinum hósdagin

Valevni úr núverandi flokkum á tingi fara at tosa um millum annað pensjón, og hvat tey hava at bjóða teimum eldri

Mynd: Tórshavnar Kommuna

Mynd: Tórshavnar Kommuna

2019-08-20 21:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

31. august og løgtingsvaið nærkast, og ymiskir valfundir verða hildnir um alt landið.

Tórshavnar Kommuna boðar frá, at ein valfundur verður í Tilhaldinum í Havn hósdagin 22. august kl 15.

Har fáa áhoyrararnir høvið at hitta eitt valevni úr Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum, Javnaðarflokkinum, Sjálvstýrinum, Tjóðveldi, Framsókn og Miðflokkinum.

Politikkararnir fara millum annað at tosa um, hvat teir hava at bjóða teimum eldru, og hvørja hugsan teir hava um pensjón, arbeiðsmarknað og bústaðarviðurskifti.

Orðstýrari verður Óluva Zachariassen.

 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder