2019-08-31 08:07
Løgtingsval er í dag. Frá klokkan 10 fyrrapartin til klokkan 20 í kvøld ella so leingi sum veljarar møta uttan steðg, verða valhølini opin í dag.
Sí eisini: Video: Bæði í egningarskúrinum í Klaksvík og í SMS í Havn eru tey spent
Feskasta veljarakanningin sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Portalin vísir, at stóru flokkarnir fáa sjey tingsessir í part, og at núverandi andstøða hevur ein tepran meiriluta á tingi. Men nógv kann henda.
179 valevni bjóða seg fram til valið hesaferð. 121 av teimum eru menn og 58 eru kvinnur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald