Innanlands

Valhølini lata upp klokkan 9

Tvey føroysk fólkatingsumboð skulu finnast í morgin. 38.387 hava atkvøðurætt

Bíðirøðirnar eru javnan langar í størsta valstaðnum, í ítróttarhøllini á Hálsi (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Bíðirøðirnar eru javnan langar í størsta valstaðnum, í ítróttarhøllini á Hálsi (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-10-30 22:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Frá klokkan 9 til klokkan 20 í morgin mánadagin ber til at greiða atkvøðu til fólkatingsvalið.

38.387 fólk hava atkvøðurætt í Føroyum til fólkatingsvalið hesuferð, og valkortini vóru send út til veljararnar í vikuni.

Tað skulu veljast tvey fólkatingsumboð, men 60 fólk bjóða seg fram, at gerast føroyskur fólkatingslimur. 36 menn og 24 kvinnur.

Valhølini eru opin til klokkan 20 og til steðgur kemur í.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder