Uttanlands

Valhóttanir í Danmark

Enhedslisten vil hava stjórnina hjá Mette Frederiksen at halda givin lyftir

Mai Villadsen, Enhedslisten

Mai Villadsen, Enhedslisten

2021-08-10 10:29 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hetta kann gerast eitt lagnuheyst hjá sosialdemokratisku stjórnini hjá Mette Frederiksen í Danmark. Kemur stjórnin ikki við tí, sum er lovað, so fer flokkurin Enhedslisten at umhugsa at taka stuðul sín til stjórnina aftur.

Hetta er úrskurðurin frá einum summarbólkafundi, sum flokkurin hevur hildið á Christiansborg, skrivar dr.dk.

Tað er serliga lyftini um hægri veitingar til barnafamiljur, sum stjórnin ikki hevur hildið.

- Um ein loysn ikki verður funnin, so er ongin ivi um, at vit fara at leggja fram misálit móti stjórnini, sigur Mai Villadsen, framstøðufólk hjá flokkinum við Ritzau.

Í 2017 gjørdi baklandið hjá Enhedslistanum eina samtykt, kallað “reyðar linjur”. Hetta er eitt slag av marki fyri, hvat kann føra til val, um stjórnin fer út um hesar linjur.

Og nú bendir okkurt á, at hesar “reyðu linjur” fara at gera seg galdandi, váttar Mai Villadsen.

Hon og Enhedslisten hava hugt yvir um Oyrasund og sæð, hvat systirflokkurin har, Vänsterpartiet, fekk burtur úr við at noyða sosialdemokratiska forsætisráðharran, Stefan Löfven, at leggja frá sær, fyri síðan at gera eina nýggja avtalu.

- Tað varð ikki lurtað eftir Vänsterpatiet, og tí haldi eg, at tað var sera skilagott, at tey søgdu frá í einum prinsippiellum máli, sigur Mai Villadsen.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder