Uttanlands

Valið av Biden nú góðkent í Kongressini

Donald Trump lovar nú, at forsetaskiftið fer fram friðarliga

Mike Pence kunngjørdi endaliga úrslitið av valinum í kongressini í nátt (Mynd: EPA)

Mike Pence kunngjørdi endaliga úrslitið av valinum í kongressini í nátt (Mynd: EPA)

2021-01-07 09:37 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Amerikanska kongressin hevur nú formliga góðkend Joe Biden sum komandi forseti USA. Tey eru nú liðug við at telja atkvøðurnar hjá valfókunum úr teimum einstaku statunum.

306 valfólkaatkvøður fóru til Biden, meðan fráfarandi forseti, Donald Trump, varð miðmæltur av 232 valfólkum.

Hetta staðfesti fráfarandi varaforsetin, Mike Pence, í Kongressini.

Góðkenningin varð annars avbrotin í gjárkvøldið, okkara tíð, tá fleiri hundrað viðhaldsfólk hjá Trump trongdu seg inn í kongressina. Fleiri fólk doyðu undir ófriðinum, og 52 vórðu handtikin.

Eftir ruðuleika í fleiri tímar, kundið kongressin taka arbeiðið uppaftur, og góðkenningin fór fram í nátt.

Republikanskir tinglimir royndu at mótmæla móti úrslitinum hjá einstakum, eitt nú í Pennsylvania, men henda royndin bar ikki á mál.

Trump fer sjálvboðin frá
Donald Trump hevur nú boðað frá, at amerikanska forsetaskiftið fer at fara fram friðarliga.

Tað sigur hann í eini fráboðan.

- Hóast eg als ikki góðtaki valúrslitið, og tað er grundað í fakta, so verður talan um eina friðarliga avhendan hin 20. januar, skrivar forsetin.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder