Innanlands

Valluttøkan nakað hægri enn seinast

27.159 av teimum 38.398, ið høvdu valrætt í dag, greiddu atkvøðu. Hetta svarar til 71,3 prosent, ið er júst eitt prosentstig hægri, enn tað var í 2019

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2022-11-01 00:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í valstríðinum hevur áhugin fyri hesum fólkatingsvalinum ikki altíð tykst at verið so stórur, og ivamál hevur verið um valluttøkuna.

Tað hevur millum annað verið mett, at tað at valið ikki var ein frídag hesuferð – fyri fýra árum síðani høvdu nógv fleiri frí, tí fólkatingsvalið fall á grundlógardegnum - fór at hava ávirkan á valluttøkuna.

Í dag hava eisini viðurskifti sum veður og langar bíðirøðir á Hálsi verið nevnd sum frágreiðing uppá, hví valluttøkan møguliga fór at vera lægri enn í 2019, men tá nú er talt saman er greitt, at hon var 71,3 prosent, ið er júst eitt prosentstig hægri, enn tað var í 2019.

38.398 fólk kring landið høvdu valrætt, og tað er eru beint yvir 1.100 fólk fleiri enn í 2019. Samanlagt 27.159 greiddu atkvøðu í dag.

Um hugt verður eftir størsta valstaðnum, so var valluttøkan líka yvir eitt prosentstig hægri enn seinast, og á næststørsta valstaðnum, Klaksvík, var munurin eitt lítið sindur størri.

Fyri átta árum síðani var valluttøkan til fólkatingsvalið 65,5 prosent.

Kelda: Kringvarp Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder