Uttanlands

Valluttøkan setur met

Áðrenn valstøðini í Washington, Montana, Texas og Hawaii lótu upp, høvdu longu fleiri atkvøtt í hesum statinum enn til forsetavalið í 2016. Mett verður at valluttøkan kemur upp til miðskeiðis í 60'unum

Donald Trump roynir at halda fast í forsetasessinum. Veljarakanningarnar peika tó allar á Biden, og mett verður at mongu brævatkvøðrnar eru ein fyrimunur fyri demokratarnir (Mynd: EPA)

Donald Trump roynir at halda fast í forsetasessinum. Veljarakanningarnar peika tó allar á Biden, og mett verður at mongu brævatkvøðrnar eru ein fyrimunur fyri demokratarnir (Mynd: EPA)

2020-11-03 18:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Orsaka av koronastøðuni og av stórri fokusi á tað at greiða sína atkvøðu, eru fleiri brævatkvøður enn nakrantíð til amerikanska forsetavalið.

Longu fyri eina viku síðani var hetta greitt, og amerikanski valserfrøðingurin Michael McDonald fegnast um, at áhugin at velja er so stórur og væntar, at valluttøkan verður 65-66 prosent, ið hevði verið tann størsta síðani 1908. Korrespondenturin hjá TV2 í USA, Jesper Steinmetz, segði tíðliga í dag, at tað sær út til at gerast ein søguliga stór valluttøka.

Hetta vísa tølini. Áðrenn valstøðini í Washington, Montana, Texas og Hawaii lótu upp, høvdu longu fleiri atkvøtt í hesum statinum enn til forsetavalið í 2016, og í svingstatunum Florida, Georgia, North Carolina, Arizona og Nevada var valluttøkan áleið 90 prosent av tí, sum tann endaliga var fyri fýra árum síðani. 

Vanliga er valluttøkan milllum 50 og 60 prosent til eitt amerikanskt forsetaval - seinast var hon 55,5 prosent. Til "Mid Way"-valið í 2018, har valt varð til Senatið og Umboðsmannatingið, var valuttøkan tann hægsta til eitt slíkt val í yvir 100 ár.

- Tað vísur, hvussu nógv amerikanararnir ganga uppí hetta, og hvussu umráðandi teir síggja tað at hava møguleika at vera við at mynda landsins framtíð. 

Tað verður mett, at mangar brævatkvøður og "early votes" eru til fyrimuns fyri deomkratarnar og harvið Joe Biden. Donald Trump hevur áður sagt, at brævatkvøður lættliga kunnu elva til snýt.

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder