Innanlands

Valluttøkan var 98,4 prosent

Leivur Højgaard, Hákun Dam, Edvard í S. Joensen og Kathrina L. Holm eru vald í Próstadømisráðið, og Jógvan Ravnsfjall er valdur í Føroya Stiftsstjórn

Havnar kirkja (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Havnar kirkja (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-03-27 14:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Val hevur verið til Próstadømisráðið og Føroya Stiftsstjórn, og komandi valskeið, sum er fýra ár, byrjar 1. apríl.

Freistin at lata atkvøðuseðlar inn var 23. mars klokkan 19, og tveir listar komu inn til bæði valini.

Fýra persónar verða valdir í Próstadømisráðið at starva saman við dómpróstinum, og ein verður valdur í Føroya Stiftsstjórn at starva við einum almennum umboði og biskupi, ið er formaður í stiftsstjórnini.

Fólkakirkjan skrivar á heimasíðuna, at valluttøkan var góð. 60 kirkjuráð av 61 greiddu atkvøðu, og gevur hetta sostatt eina valluttøku á 98,4 prosent.

Leivur Højgaard, Hákun Dam, Edvard í S. Joensen og Kathrina L. Holm eru vald í Próstadømisráðið, og Jógvan Ravnsfjall er valdur í Føroya Stiftsstjórn.

Valúrslitið sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder