Taliban hevur avtikið valnevndina í Afghanistan.
Orsøkin er, sambært talsfólki hjá hernaðarrørsluni, at nevndin, sum hevur til endamáls at eygleiða øll val og fólkaatkvøður, ikki longur er neyðug. Verður nakrantíð mett, at tørvur er á slíkum nevndum aftur, verður hon endurstovnað.
Sambært Halim Fidai, sum var politikari í fyrrverandi afghansku stjórnini, er hetta eitt tekin um, at Taliban er ímóti øllum fólkaræðisligum stovnum.
– Tey komu til valdið við brúk av kúlum, ikki atkvøðuseðlum, sigur hann sambært DR.
Fyri fyrrverandi leiðaranum av valenvndini, Aurangzeb, merkir avgerðin hjá Taliban, at ongantíð verður val aftur í landinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald