
- Fann hesar plakatirnar á Hvítanes rundkoyringini, sum onkur hevur skrykt niður. Summar eru eitt sindur illa farnar, men tær flestu eru OK.
Soleiðis skrivar Jóan Pauli Dahl Jakobsen á Facebook vanga.
Hann er valevni hjá Javnaðarflokkinum til fólkatingsvalið, og ein av teimum 24 plakatunum, ið síggjast á myndini, er av honum.
Annars er talan um plakatir av í minsta lagi trettan ymiskum valevnum. Tríggir flokkar - Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og serliga Sambandsflokkurin, eru "umboðair" í rúgvuni, ið varð funnin í grasinum á rundkoyringini fyrrpartin.
Helst hevur hetta verið gjørt í nátt. Plakatirnar hava hingið uppi í økinum við rundkoyringina, og Jóan Pauli Dahl Jakobsen sigur, at hann nú hevur savnað tær og tikið tær við heim, so at valevnini kunnu koma at heinta tær.
Tað eru ymiskar reglugerðir, viðvíkjandi hvar valplakatir kunnu hanga, ella hvar tær ikki kunnu hanga.
Les eisini: Valplakatir skulu ikki vera til ampa fyri ferðsluna
Tað er ikki óvanligt fyribrigdi í Føroyum, at ymiskt verður gjørt við valplakatir - t.d. skrivað uppá tær. Tað eru eisini dømi um, at valplakatir ikki fáa frið undir valstríðnum í Danmark nú.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald