2019-08-03 17:38
Á ólavsøku varð valstríðið til komandi løgtingsval skotið í gongd, og valevni eru nú farin at heingja skelti og plakatir upp.
Í hesum sambandi heitir Tórshavnar kommuna á øll valevni um at gera sítt til, at valplakatir ikki eru til ampa fyri borgarar, ferðslu og umhvørvið.
Tey, sum heingja plakatir upp, hava saman við valevnunum skyldu til at taka tær - og tað, sum tær eru uppsettar við - niðuraftur. Hetta skal gerast, so skjótt valið er av, og í seinasta lagi dagin eftir valið.
Ráðið fyri ferðslutrygd hevur hesi góðu ráð til tey, sum heingja plakatir upp:
- Valplakatirnar mugu ikki vera til ampa fyri ferðsluna, órógva útsýnisviðurskiftini á vegnum, ella fjala ferðsluskelti.
- Valplakatir eiga ikki at verða settar í rundkoyringum og á ferðsluoyggjum.
- Heingið ikki valplakatir á steyrar við ferðsluskeltum, ella aðrari góðkendari ferðslumerking.
- Valplakatir kunnu heingjast á lyktasteyrar ella annan útbúnað, sum er gjørdur til endamálið.
- Heingið valplakatirnar minst 2,3 m yvir gongu- ella súkklubreyt og minst 0,5m frá vegjaðara.
- Festið plakatirnar forsvarliga á veðurdyggar plátur og á ein slíkan hátt, at tær ikki gera skaða á lyktasteyrar, garðar o.a.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald