Innanlands

Valstøð í Sunda Kommunu

Seks valstøð verða í kommununi

2019-08-20 17:48 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Løgtingsval verður leygardagin 31. august 2019. Í Sunda Kommunu verður valt á hesum støðum:

• Veljarar búsitandi við Gjógv velja í skúlanum við Gjógv.
• Veljarar búsitandi við Norðskála, á Oyrarbakka og á Oyri velja í Eydnuni á Oyrarbakka. 
• Veljarar búsitandi í Tjørnuvík velja í bygdahúsinum í Tjørnuvík
• Veljarar búsitandi í Haldórsvík og á Langasandi velja í skúlanum í Haldórsvík. (lofti)
• Veljarar búsitandi í Hvalvík, Streymnesi og í Saksun velja í skúlanum í Hvalvík.
• Veljarar búsitandi í Hósvík velja í skúlanum í Hósvík.

Atkvøðugreiðslan er frá:
Kl. 10.00 til kl. 20.00 ella so leingi veljarar møta uttan steðg.

Brævatkvøður: 
Veljarar, ið verða burturstaddir valdagin, ella á annan hátt lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu í seinasta lagi fríggjadagin 30.08.2019 greiða brævatkvøðu við at venda sær til kommunuskrivstovuna í vanligari avgreiðslutíð. Brævatkvøður skulu vera valstýrinum , har veljarin stendur á vallista, í hendi innan valið byrjar kl.10.00 tann 31.august 2019.

Heimaval:
Veljarar ið vegna sjúku ikki kunnu koma á valstaðið, kunnu velja heima í seinasta lagi fríggjadagin 30. August 2019 klokkan 15.00 við at venda sær til kommunuskrivstovuna tlf. 667271

Valkort:
Valkort verða send veljarunum í standa á vallistanum. Um onkur, sum heldur seg hava atkvøðurætt, ikki hevur fingið valkort, ella  okkurt er komið skeivt fyri, skal viðkomandi venda sær til kommunuskrivstovuna skjótast tilber.

- Sunda Kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder