Innanlands

Valtorg á Torginum í SMS

Valspenningurin verður stórur í komandi viku, og hetta fer eisini at merkjast í SMS. Millum vera valevni frá øllum flokkunum á Torginum og heilsa uppá og valfundur verður mánakvøldið

(Mynd: SMS)

(Mynd: SMS)

2019-08-23 18:20 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Mánadagin og týsdagin, 26.-27. august, verður valtorg í SMS, har tú kanst hitta allar flokkarnar á einum stað. Umboð fyri flokkarnar vera nevnliga á Torginum í SMS frá kl.10-18 báðar dagarnar, har tú sostatt kanst heilsa uppá ymsu valevnini og seta teimum spurningar beinleiðis, andlit til andlits.

Speakers’ Corner verður eisini á Torginum hesar dagarnar har bæði valevnini og borgararnir kunnu koma til orðana við øllum tí, tey hava uppá hjarta.


Valfundur mánakvøldið kl.20
Mánakvøldið 26. august kl. 20 verður eisini pallborðsfundur, har allir flokkarnir luttaka. Óluva Zachariassen er orðstýrari, og evnini verða handilsvinnnan og umhvørvi. Pallborðsfundurin verður somuleiðis stroymdur á Facebook síðuni hjá SMS 

- SMS

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder