Í kvøld kann væntast, at úrslitið av ríkisdagsvalinum í Svøríki sunnudagin liggur klárt.
Tað upplýsti stjórin fyri svenska valmyndugleikan, Anna Nyqvist, fyri svenska kringvarpinum í gjárkvøldið.
Talan verður tó bert um eitt fyribils úrslit. Endaliga úrslitið av valinum eftir fínteljingina kemur ikki fyrr enn eina viku eftir valið.
Fyribils uppteljingin vísir, at blái blokkurin hevur eina lítla leiðslu framman fyri reyða blokkin hjá Magdalenu Andersson, forsætisáðkvinnu. Í løtuni stendur blái blokkur at fáa 175 umboð í Ríkisdegnum, meðan tann reyði fær 174.
Millum bláu flokkarnir er flokkurin Sverigedemokraterna hin størsti framman fyri Moderaterna.
Tað eru atkvøðurnar, ið eru givnar frammanundan, brævatkvøður og atkvøður frá svium uttanlands, sum vantaðu í at verða taldar upp. Talan er um millum 200.000 og 250.000 atkvøður, skrivar Ritzau.
TT-tíðindastovan skrivaði mánadagin, at leiðslan hjá bláa blokki var upp á umleið 47.000 atkvøður. Tí kunnu brævatkvøðurnar og atkvøður uttanlands skjótt fáa týdning fyri valúrslitið. Eisini skulu tær 93.734 atkvøðurnar, sum sunnukvøldið vórðu mettar at vera ógyldugar, hyggjast eftir av nýggjum.
Á ríkisdagsvalinum í 2018 vórðu givnar 83.646 atkvøður, sum í fyrstu atløgu vórðu sagdar at vera ógyldugar. Umleið 30 prosent av hesum – 25.100 atkvøður – vórðu seinni tiknar við í uppteljingina, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald